Farleiðin til Mykinesar

Til Mykinesar hevur ein møguleikan at sigla ella flúgva.
Til Mykinesar er tó bert møguligt at sigla frá 1 maj til seinast í aug.
Ì 2007 sum seinasta ár er tað skjótgangandi bátur, íð røkir rutuna.Tað er tó møguligt at flúgva við tyrlu alt árið. Á vetri verður flogið 4 ferðir um vikuna, á sumri tó 5 ferðir um vikuna.
Vart verður tó gjørt við, at avlýsingar kunnu koma bæði sjóvegis og við tyrluni. Sjálvt á hægstu summartíð kunna verða avlýsingar vegna veður. Veðrið kann verða ógvuliga skiftandi. Broytingar kunnu koma frá einum tíma til annan. Av somu ársøk eigur ein at leggja túrin til Mykinesar fyrrapartin av einari tilrættalagdari feriu til Føroyar, so ein tolir 1 til 2 dagar ókyrru/toku uttan at hava ótta fyri ikki at náa flogfarið ella ferjuna úr aftur Føroyum.
Rátt verður gestum íð bert ætla at verða ein dag í Mykinesi at hava lívsneyðugan heiluvág við.
Viðvíkjandi sambandið flogvegis ella sjóðvegis til Føroyar og Mykinesar eru fylgjandi slóðir.

Strandfaraskip Landsins, ferðaætlan fyri Jósup til Mykinesar
Tyrluferðaætlan til Mykinesar.
Atlantic Airways
Smyril Line